.

Deyðir varðar Lyrics

Køld er henda nýggja náttin
eg svølgi døggsins beiska frost
einki sæst
og einki merkist
gráa ljósið veitir onga troyst
brátt sá eg teg ei
og visti ei um tín veg
brátt trein eg eitt fet av leið
og mjørkin tók teg
eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
eg síggi ongar varðar har teir vóru

revsing fyri veikleika
revsing fyri kaldan kærleika
lønin fyri sjálvsøkin mál
lønin fyri sár á eina vakra sál
brátt sá eg teg ei
og visti ei um tín veg
brátt trein eg eitt fet av leið
og mjørkin tók teg
eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
eg síggi ongar varðar har teir vóru

einsami tú
hvar ert tú nú
ert tú vilstur sum eg
nátt fevnir meg
men uttan teg
fari eg ongan veg
illveðurs kór
og mjørka djór
savnast um meg
krógva tín veg

einsami tú
hvar ert tú nú
ert tú vilstur sum eg
nátt fevnir meg
men uttan teg
fari eg ongan veg
Report lyrics
Evst (2013)
Evst Deyðir varðar Við teimum kvirru gráu At jarða tey elskaðu Sinnisloysi Ytst